TIL REIÐAR TIL
VETURIN?

Nú veturin nærkast, ræður um hava røttu dekkini undir bilinum,
so at tú altíð kanst kenna teg tryggan á vegnum.

Set teg í samband við okkum, so finna vit loysnina sum passar best til tín.

Trýst her
+298 31 49 75

VIT BjÓÐA

Eitt hava allir bilar í felag. Tað eru dekkini, ið bera bilin.
Tí eru tey altavgerandi fyri koyrieginleikar og trygd, tá tú setur teg handan rættið.

Niðanfyri er yvirlit yvir tænasturnar, vit veita. Kom framvið og fá kekk uppá tíni dekk.

  • Dekkskift
  • Máting og sporing
  • Dekkhotel
  • Oljuskift
  • Bremsuskift-/eftirlit

Vit hava eisini hjól- og dekktænastu til lastbilar
og smáar og stórar maskinur.

Síðan 1974

DEKK OG TRYGD

Síðan 1974 hava vit veitt føroyingum dygdardekk, og framúr góða tænastu.
Vit seta trygd, haldføri og góðsku fremst – bæði til privat- og vinnukundar.

EFTIRLIT

Frankfurter meatball shoulder, ham chuck leberkas cow porchetta tri-tip biltong turkey landjaeger pork chop brisket tail. Prosciutto bresaola burgdoggen pork chop venison drumstick frankfurter doner picanha.

  • Persónbilar
  • Lastbilar
  • Stórar maskinur

OKKARA TOYMI

Vit eru dekkknokkar. Vit brenna fyri at veita kundum okkara góða og rætta tænastu, so tey kunnu ferðast trygt og væl á vegnum. Tvørtur um alt virkið, er tað tænastan, ið eykennir okkum. Og hetta meta vit vera orsøkina til, at kundarnir koma aftur og aftur.  

Bergunn

Móttøka/Søla

Fríðrikur

Stjóri

Sámal

Lastbil og Entreprenørmaskinur

Regin

Goymsla og verkstaður

Fríðfinnur

Verkstaður

Rói

Hjálparfólk/Verkstaður

GÓÐ RÁÐ Á VEGNUM

Her niðanfyri finnur tú svar upp á nakrar av vanligastu spurningunum,
um hvussu tú best handfer og ansar eftir dekkunum.

Nær er tíð at skifta dekkini?

Summardekk skulu skiftast í seinasta lagi tá mynstrið er 1,6 mm. Minst loyvda mynstrið fyri vetrardekk er 3 mm. Betri mynstur gevur betri koyrieginleikar, og økir um trygdina. Vit viðmæla at skifta dekkini í góðari tíð.

Nær kann eg koyra við vetrardekkum?

Mann kann koyra við vetrardekkum alt árið, men vetrardekk eru viðmæld frá oktober til apríl, ella tá ið hitin er undir 7 °C.

Kann eg koyra við summardekkum alt árið?

Summardekk eru viðmæld tá ið hitin er omanfyri 7 °C. Tað er ikki loyvt at koyra við summardekkum tá ið hálka er, í tíðarskeiðinum 01. Desember til 01. Apríl

Hvat er munurin á heilársdekkum, vetrardekkum, píkadekkum og summardekkum?

Heilársdekk eru ein kompromisloysn til alt árið. Fyrimunrinir eru, at tey kunnu brúkast alt árið, men tey eru ikki líka góð sum vetrardekk eru í kulda, ella summardekk í hita.

Vetrardekk eru gjørd til kulda, kava og ís. Tey hava betri koyri- og bremsueginleikar tá hitin er lægri enn 7 °C. Vansin er, at tey slítast skjótari og eru ikki eins góð tá hitin er hægri enn 7 °C.

Píkadekk eru vetrardekk við metalpíkum, sum hava bestu koyri- og bremsueginleikar tá ið tað er glerstoytt ella sera hált. Vansin er at dekkini larma, slíta asfalt og eru ikki loyvd allastaðni. Minni viðkomandi í Føroyum.

Summardekk
eru serliga gjørd til heitt og turt/vátt undirlag. Geva bestu koyri-  og bremsueginleikar um summarið og hava besta haldførið. Tey eru vánalig í kava og hálku.

Hvussu ofta skal eg kanna lufttrýstið í dekkunum?

Mælt verður til at kanna lufttrýstið einaferð um mánaðin, og altíð áðrenn longri túrar.

Hvussu ávirkar skeivt lufttrýst koyringina?

Ov lítið trýst gevur hægri orkunýtslu og skjótari slit. Ov nógv trýst ger dekkið harðari og tey slítast skjótari.

Hvat merkja tølini og stavirnir á dekkunum?

T.d. 205/55 R16 91V: 205 = breidd í mm, 55 = hædd (í % av breidd), R = radial, 16 = felgustødd í tumum, 91 = Eitt index sum vísur hægstu vekt pr. dekk (sí talvu niðanfyri), V = Hægsta ferð (sí talvu niðanfyri).

Hvussu veit eg, hvussu gomul dekkini eru?

Á síðuni  á dekkinum er ein DOT-koda, har seinastu 4 tølini vísa viku og ár (t.d. 2322 = vika 23 í 2022).

Kann eg býta dekkini um aftan og framman?

Mælt verður til at flyta dekkini krossvíst (framman/aftan, høgru/vinstru) og mæt verður til at hetta verður gjørt hvørjar 10.000 km fyri javnari slit.

Hvussu skulu dekk goymast?

Sól og ljós: Dekk mugu ikki goymast í beinleiðis sól ella sterkum ljósi, tí hetta ger at gummi harnar og sprotnar.

Úti ella inni: Allarbest er at goyma dekk inni í turrum, køldum rúmi við jøvnum hita. Kjallari ella bilskúrur kunnu nýtast, so leingi tað ikki er ov ráligt.

Við felgum: kunnu goymast liggjandi/stáplaði ella hongd upp.

Uttan felgur: skulu goymast standandi og vendast regluliga fyri at halda skapinum.

Reinsing: Vaska dekkini fyri mold, vegsalt og skitt, og lat tey torna væl áðrenn goymslu.

Pakking: Brúka plast sum andar ella serligar dekkposar – ikki innilæsa fukt.

Kemikalii: Goym ikki nærhendis bensini, olju, máling ella øðrum kemikalii, tí hetta kann skaða gummiið.

Hitastig: Best er at goyma við 10–20 °C. Undir 0 °C og yvir 30 °C kann ávirka hald og gummi.

Goymslutíð: Um dekkini verða goymd rætt, kunnu tey halda í 4–5 ár, men kanna altíð DOT-koduna (aldur).

Dekkhotell: Á okkara dekkhotelli bjóða vit goymslu, har dekkini verða varðveitt turr og trygg, og undir røttum umstøðum.

Vis fleiri

DekkTíðindi

First Stop fæst við trygd og koyrigleði. Vit eru errin av, at kunna veita góðsku dekk til kundar okkara, og eisini hava vit eitt frálíkt verkstað, har vit bjóða tænastur í serflokki.
Áðrenn og aftaná

Áðrenn og aftaná

Her hjálptu vit einum kunda, ið hevði tørv á nýggjum dekkið
Les meira
Kanna dekktrýstið javnan

Kanna dekktrýstið javnan

Hevur tú kannað dekktrýstið nýliga? Sjálvt um nýggari bilar geva boð um, at dekktrýstið er lágt, er tað eitt gott hugskot at kanna dekkini. Rætt dekktrýst ger ein stóran mun
Les meira
Nýggju Pirelli Cinturato-dekkini vald sum tey bestu

Nýggju Pirelli Cinturato-dekkini vald sum tey bestu

Vit eru errin av at kunna siga frá, at Pirelli CINTURATO er valt til besta summardekkið!
Les meira

Vit veita góðskudekk frá

Samband

Send okkum eini boð um tú ynskir tú at bíleggja eina tíð,
ella um tú hevur hevur spurningar ella serlig ynski.
Takk fyri! Boðini eru send!
Okkurt gekk galið. Vinarliga boða okkum frá á first-stop@first-stop.fo