forhandlere

 

 

kontakt os

 

 

nyheder

 

Sommerdæk First Stop

19% ikki við summardekkum

Ráðið fyri Størri Dekktrygd og Dekkinnflutningsfelagið hevur gjørt størstu dekkkanning í Danmark nakrantíð. Enn koyra 19% ikki við summardekkum.

34 eftirlitsfólk á 39 støðum gjørdu eftirlitið. Talið á bilum við vetrardekkum er tó 4,1 % størri í 2018 enn í 2017.

Tað er skilligur munur á summar- og vetrardekkum. Gumitilfarið í vetrardekkum er ikki gjørt til summarhitastig. Gummi’ið verður bleytt og ger, at bilurin fer at vingla. Hann svingar verri og bremsulongdin kann verða upp til 10% longri. Tað kann í síðsta enda vera avgerðandi fyri førara og onnur ferðandi. Tú brúkar eisini meira brennievni og dekkini slítast skjótari.

Les tíðindaskrivið her.