Nú er tíð til at skifta dekk
Enn er kalt um náttina, og kanska ikki heilt frostfrítt. Hinvegin er dagshitin so høgur, at vetrardekkini skulu takast av og summardekkini skulu setast á.
Hóast umstøðurnar við Korona enn mynda samfelagið, eru vit til reiðar at skifta dekkini, og vit taka atlit bæði til tín og til okkara starvsfólk. Ring ella skriva til okkum frammanundan. So kunnu vit gera eina avtalu, ið tryggjar báðar partar.
Um tú brúkar okkum fakfólk, ella tú gert tað sjálv/ur, so er okkurt, ið tú skalt hugsa um:
-
- Reinsa og vaska felgurnar.
- Hygg eftir, um dekkini hava sjónligar skaðar.
- Hygg eftir, um dekkini hava nøgtandi mynsturdýbd. Lógin krevur 1,6 mm, men tað er minstakravið.
- Hygg eftir, um dekkini eru ov gomul. Um dekkini eru eldri en fimm ár, eiga fakfólk at kanna tey hvørt ár.
- Hygg eftir, um dekkini venda rætt í mun til umferðarleiðina.
- Bóltar / møtrikkar skulu spennast við kraftalykli (momentlykli) og aftur spennas, tá ið tú hevur koyrt 200 km.
- Kanna dekktrýstið eina ferð um mánaðin. Vegleiðingarmerkið stendur oftast í hurðakarminum.
-
- Keyp summardekk frá einum góðkendum dekkframleiðara. Bíligastu dekkini eru ofta tey vánaligastu.
- Fakmaðurin kennir røttu dekkini. Mong keypa ikki røttu dekkini í mun til tørvin.
Skalt tú hava nýggj dekk?
Dekk eru ikki bara dekk. Tey skulu hóska til tína koyring og til tín tørv.
Um tú skalt skifta summardekkini – ella vetrardekkini, so tey eru klár til árstíðina, so kanst tú byrja við at finna røttu dekkini á www.dæklabel.dk. Har kanst tú hyggja eftir dekkum, ið hóska til bilin. So er tað kanska lættari at tosa við okkum um hvørji dekk, tú vilt hava.
Fram um alt skalt tú hugsa um, at dekkini eru tíðandi trygdarútgerð og einasta sambandið, bilurin hevur við vegin. Tá ið dekkini eru, sum tey skulu vera, er tídningarmesta trygdarútgerðin í lagi, og tað er ein fortreyt fyri, at restin av trygdarútgerðini virkar, sum hon skal.
Dekkinnflytingarfelagið í Danmark er felagið hjá fremstu dekkinnflytarunum á danska marknaðinum, sum verksmiðjurnar eiga. Tær eru Apollo, Vredestein, Bridgestone, Continental, Goodyear, Dunlop, Michelin, Pirelli og Yokohama. Heimasíða: www.daekimportoerforeningen.dk