forhandlere

 

 

kontakt os

 

 

nyheder

 

4 hjuls 1

FÁ SUNDURGREINAÐ

BILIN VIÐ NÝGGJASTU TØKNINI

Betri búskap, trygd og koyrigleði

MÁTING & SPORING

Spar dekkini og spar brennievni

Hjá First Stop eru vit – takkað verið nútímans telduútbúnað og royndum – serkøn í 4-hjólsmáting og sporing. Tað merkir, at vit uppá bara uml. 30 minuttir kunnu máta, um hjólini og stýrigreiðurnar eru í lagi. Dekkini halda longri og tú sparir pengar, um sporingin er røtt, tí slitið og orkunýtslan er minni.

Hvussu veit eg, at bilurin skal sporast?

Um tú merkir, at bilurin dregur annan vegin ella ikki rættar nóg væl upp, tá ið tú kemur úr einum svingi, eigur tú at fáa eina uppmáting.

Vit í First Stop máta hjól og stýrigreiður við nútímans neyvum mátingartólum, sum vísa óreglusemi. Síðan rætta vit brekið eftir forskriftunum frá verksmiðjuni.

Hvussu ávirkar 4-hjólsmáting og sporing koyringina?

Stutt sagt er 4-hjólsmáting og sporing um stevnufesti meðan koyrt verður. Koyrir bilurin skeivt, økist slitið á dekkunum, so livitíðin minkar og rullimótstøðan økist, so brennievnisnýtslan økist.

 

Sporingin hevur betri stýrieginleikar og makligari koyring við sær, og bilurin heldur longri og brúkar minni brennievni.

 

Mátingin tekur oftast bara uml. 30 minuttir, tí vit hava framkomna telduútgerð, sum vísir allar neyðugar upplýsingar um bilin og hjól-rúmfrøðina. Tí kann bilsmiðurin stilla bilin inn, so hann virkar best gjørligt.

img store

[store_locator_show]