forhandlere

 

 

kontakt os

 

 

nyheder

 

FST Aluaelge 1903x698px

LORA IKKI VIÐ ALUFELGUM

Skil teg úr hópinum við serstøkum stíli og ger bilin serstakan

ALUFELGUR

Finn nýggjar flottar felgur

Hjá First Stop finnur tú bara felgur, ið eru góðkendar til bilin.
Vit umboða vørur av bestu merkjum frá bestu veitarum. Tí kunnu vit bjóða 3 ára yvirflatutrygd og 3 ára eykalutatrygd, sum merkir, at vit kunnu veita sama slag felgu, um tú fært skaða. Vit vita, hvussu stóran týdning felgurnar hava fyri útsjónd og koyrigleði.

Tí syrgja vit altíð fyri, at felgurnar passa fullkomuliga og sita rætt, áðrenn tú fert út at koya.

Hvørjar felgur skalt tú velja?

Nú á døgum koyra flestu bilar á alufelgum, sum vit í First Stop eisini mæla til. Fyrimunurin er, at vektin er minni enn við jarnfelgum. Tað merkir aftur, at tú hevur betri vegtak og samband við vegin í einum svingi, og lættari er at økja ferðina við lættari tilfari.
Alufelgurnar eru lættari, og tú sparir brennievni, tí bilurin brúkar eitt vet minni orku.

Harafturat fært tú felgur við mongum ymiskum sniðum og útsóndum, um tað so skal vera siðbundið, afturlítandi, sportsligt ella rasarakent. Møguleiki er fyri at geva bilinum eina útsjónd, sum hóskar og hóvar tær.

Koyrigleði á dygdarfelgum

Um tær dámar langtíðarhaldbæra dygd, sum sær gott út, fert tú at dáma felgurnar frá First Stop. Her finnur tú felgur við rasaraútsjónd og við siðbundnari útsjónd, ið setur prikkin yvir i’ið á øllum bilin.

Vit eru errin av at kunna bjóða besta aluvøruúrvalið við felgum frá fremstu merkjum so sum

 OZ

 BORBET

 AEZ

 AUTEC

 MZW

 SPARCO 

 BBS

… OG MONG ONNUR

banner
Vit gera tað mesta fyri teg

Vit gera tað mesta fyri teg
Vit í First Stop taka okkara leiklut sum dekkdepil í stórum álvara. Tí svara vit fyri og tryggja tær, at alufelgurnar, ið tú keypir frá okkum, passa fullkomuliga og eru settar púra rætt á bilin, so tú fært bestu trygd og koyring.

Vantar tær bæði dekk og alufelgur hjálpa vit tær at finna eina heildarloysn, sum fatar um koyrihátt og brúk.

Vit veita eitt professionelt úrslit við røttu kensluni av koyrigleði og smidleika aftanfyri róðrið.

DEKK & FELGUR

Síggj tær á bilinum

Royn okkara samansetara og síggj bæði dekk og felgur á bilinum, áðrenn tú bíleggur.

Byrja her

img store

[store_locator_show]