forhandlere

 

 

kontakt os

 

 

nyheder

 

Autoservice

ROYN KOYRIGLEÐINA

Í EINUM STÍLREINUM BILI

First Stop biltænasta er trygd fyri koyrigleði

BILTÆNASTA

Gev bilinum eina heilsukanning og spar pening

Bilurin er ein fjøltáttað maskina, har mangir lutir arbeiða saman fyri at tryggja tær tryggan og kostnaðardyggan flutning.
Vit kanna lutirnar, tá bilurin er til eftirlit og ansa eftir, um oljufiltrið er typt og harvið økir um brennievnisnýtsluna, um bremsurnar eru so góðar, sum tær skulu vera, og um allir lutirnir eru smurdir, sum teir eiga at vera í einari væl virkandi maskinu.
Við at halda regligu eftirlitini tryggjar tú tær at hava ein bil, ið heldur longst gjørligt, koyrir longst møguliga uppá liturin og tryggjar tær ein álítandi bil, ið fer í gongd hvønn morgun.

First Stop – dygdarstempul í eftirlitsbókina

Hjá First Stop bjóða vit tvær biltænastur: Eitt stórt og eitt lítið eftirlit.
Vit kanna alt, so bilurin í allar mátar koyrir best gjørligt. Vit brúka nýggjastu amboðini og tøknina.

Lítið eftirlit: Vit hyggja eftir bilinum, kanna vandamálini og skifta olju og oljufiltur. Vit brúka sjálvsagt rætta olju, ið hóskar til motorin.

Stórt eftirlit: Sama sum lítla eftirlitið og harafturat taka vit bremsurnar sundur, reinsa og smyrja, lufta út og stilla inn, so tær virka best gjørligt.

Biltænasta til serataka bilin

Tá ið vit gera eftirlitið, leggja vit dent á at fylgja verksmiðjukrøvunum. Vit hava bilsmiðir, ið eru útbúnir til at geva bestu tænastuna til øll bilmerki, ið koyra á føroysku vegunum. Tað er til eftirlitið, at vit varnast smá brek, sum kunnu gerast stór og krevja dýrar eykalutir, um tey ikki verða bøtt beinanvegin og við tað sama.

Vit halda allar verksmiðjutreytir, kanna og royna bilin, so tú fært eitt akfar, ið koyrir, vendir, bremsar og ger, sum tað skal.

img store

[store_locator_show]