KANNA BREMSURNAR
SO ER TRYGDIN Í HÁSÆTI
Tryggar bremsur eru lívsneyðugar
BREMSIEFTIRLIT
Fá gjørt eitt bremsueftirlit – fyri trygdina
Føroyska veðurlagið er hart fyri bremsurnar. Regn, vindur, vátaslettingur, kavi o.a. merkir, at skittur og skarn setir seg í bremsurnar. Tað kann oyðileggja tær og hava við sær, at bremsurnar knappliga ikki virka.
Vit í First Stop halda og røkja bremsurnar við at skilja tær sundur, reinsa, smyrja og skifta slitnar lutir.
Vit tryggja, at bremsurnar virka, tá ið tú hevur brúk fyri teimum.
Halt bremsurnar við líka
Ofta hvørki sært ella hoyrir tú, um bremsurnar ikki virka til fulnar. Onkuntíð kanst tú hoyra skurran og onnur misljóð, ella merkja stoyt og rykk, tá ið tú bremsar. Tá skalt tú skjótast gjørligt biðja um eitt bremsueftirlit. Bremsurnar hava gott av at verða tiknar sundur, reinsaðar og smurdar hálva hvørt ár.
Reinar og væl virkandi bremsur gera, at tú straks merkir, at tú traðkar á bremsuna.
Flestu nútímans bilar hava bremsur við ABS ella ESP, sum treyta, at bremsurnar eru hildnar við líka, skulu skipanirnar virka sum ætlað og tryggja, at bremsuner eisini virka í neyðstøðu.
[store_locator_show]