forhandlere

 

 

kontakt os

 

 

nyheder

 

Daekservice

FÁ TØRVIN DEKKAÐAN

Røttu dekkin merkja meira, enn tú trýrt.

DEKK

Finn bestu dekkini til bilin/h5>

Dekk er vøran, ið best lýsir First Stop.
Sum fyrsta floks dekkdepil hava vit dygdardekk til bestu prísir og altíð frá viðurkendum merkjum sum t.d. Brigdestone, Firestone, Michelin, Continental, Pirelli o.o.

Vit hava øll sløg av dekkum í flokkunum: Góð, betri og best, so óansæð, um tú leitar eftir dekkum til lága kostnaðarstøðið ella høga dygdarstøðið, ið larma minni og brúka minni, kunnu vit í First Stop finna tær rættað dekkið til rætta prísin.

Lat okkum vegleiða teg

Hjá First Stop leggja vit dent á at tryggja tær bestu dekkini til bilin. Tað gera vit við at tryggja tær makligastu koyringina, minstu rullimótstøðuna, lægstu orkunýtsluna og lægsta ljóðið.

Sjálvt um dekk síggja eins út, er stórur munur á dygd og livitíð. Dekkini hava ymiskt vegtak, ymiskt rulliljóð og ymisk løg (belegning), sum aftur hava ávirkan á, um tey eru egnað til langar túrar á landsvegi ella til stuttar túrar á bý- og bygdavegum.

Tí spyrja vit eisini um, hvussu og hvar tú koyrir, koyritørv og væntanir. Tá ið vit vita tað, kunnu vit siga tær, hvørji dekk hóska best til tín og bilin.

Summardekk og vetrardekk

Árstíðirnar ávirka vegirnar ymiskt. Dekkini mugu rigga til árstíðina, so tú fært besta vegtakið og bestu trygdina.

Vit í First Stop mæla til at koyra við vetrardekkum um veturin og summardekkum um summarið. Koyrir tú lítið, kunnu vit í ávísum førum viðmæla tær at koyra á heilársdekkum, men vit mæla sum heild øllum til at skifta dekk eftir árstíðunum summar og vetur.

img store

[store_locator_show]