TAÐ ER IKKI STØDDIN
TAÐ RÆÐUR UM
Vit hava eisini hjól- og dekktænastu til lastbilar og smáar og stórar maskinur.
LASTBILATÆNASTA
Góð tænasta til stór akfør
Vit hava drúgvar royndir í at veita dekktænastur til lastbilar, og vit hava góða útgerð til tað. Vit arbeiða fyri fólk, feløg og stovnar, og vit bjóða heildarloysnir til allan bilflotan.
Bráfeingishjálp
Flestu virkir og bilførarar kenna til trupulleikan, at bilurin punkterar. Tað kostar virkinum pengar og er forargiligt fyri uppsteðgaða bilføraran.
Vit í First Stop bjóða bráfeingishjálp, sum merkir, at vit senda ein bil á staðið til uppsteðgaða / punkteraða bilin og hjálpa honum víðari.
Avtala
Um tit hava brúk fyri lastbiladekktænastu, so sig okkum frá, so vit kunnu leggja okkara virksemi til rættis eftir tørvinum hjá tykkum.
Vit svara fyri og tryggja, at lastbilatænastan er dygdargóð, laðalig og smidlig.
[store_locator_show]