forhandlere

 

 

kontakt os

 

 

nyheder

 

Olieskift

KOYR SUM SMURT

Rætta oljan leingir livitíðina á bilinum

OLJUSKIFT

Dygdarolja til motorin

Hvørja ferð tú snarar lykilin og setir motorin í gongd, brúkar hann olju. Tí skal bilurin sjálvandi hava reglulig oljuskift, so motorurin virkar, sum hann skal og best gjørligt.

Hjá First Stop fær bilurin dygdarolju, ið hóskar til motorslagið. Rætta oljan ger, at motorurin fær bestu arbeiðsmøguleikarnar við bæði høg og lág hitastig í øllum seiggjflokkum (viskosuflokkum), slítist sum minst og er reinari. Góðir oljueginleikar hava við sær, at motorurin virkar betri og heldur longri.

Vit skifta sjálvsagt olju eftir teimum forskriftum, sum bilurin krevur og sum verksmiðjan viðmælir.

Halt altíð tilmæli og avtalur um oljuskift

Tøknin í bilunum krevur meira og meira av oljuni. Nú á døgum koyra bilarnir við kveikjarum (katalysator), bitlafiltrum (partikulfiltrum) og øðrum “grønum” skipanum, sum hava til endamál at minka um dálkingina. Hesar skipanir eru – sum motorarnir – treytaðar av, at oljan er rein, hevur høga góðsku og rætta nøgd.

Tí hevur tað alstóran týdning, at tú heldur tilmæli og avtalur um oljuskift, so smyrjievnini eru sum best.

Vit skifta bæði olju og filtur

Tá ið vit skifta olju, skifta vit eisini oljufiltrið og tað í somu bestu góðsku sum oljan. Tí kanst tú varðveita verksmiðjugaranti’ið, tí vit brúka somu góðsku og dygd, sum á upprunalutinum.

img store

[store_locator_show]