forhandlere

 

 

kontakt os

 

 

nyheder

 

Sort guld mod asfalt

SVART GULL Á SVART ASFALT

Beinleiðis sambandið við asfaltið fer beint inn í kenslurnar. Tú merkir tað í kroppinum, tá ið tú koyrir. Størstu bilmerkini koyra við Bridgestone. Vit kalla tað svarta gullið. Bridgestone tekur frá royndunum við kappkoyring, tá ið teir menna dekk til rasarabilar.

– Aston Martin Rapide, Ferrari 458 Italia ella Porsche Cayman eru bilar, ið trýsta okkara vitan og tøkni til tað ytsta. Dekkini, ið vit menna til hesar kraftmiklu bilarnar, skulu hóska til trýstið og høgu ferðina. Bilurin skal koyra skjótt og stýra gjøgnum svingini, skal kunna bremsa munadygt, og samstundis skal dekkið vera meira haldført enn eitt rasaradekk, tí ein sportsbilur skal bæði brúkast til at koyra skjótt við og til flutning, sigur tekniski leiðarin hjá Bridgestone Jesper Sørensen.


Bridgestone hevur fleiri ára royndir við rasarakoyring heilt frá størstu kappingunum til minni kappingarnar hjá áhugakoyrarum. Her fáa tey nógva ílegging til at menna hávirkisdekkini.


– Rasarakoyring er ytsta mark fyri royndir, ið tú kanst gera í samband við framleiðsluna, og gevur nógva vitan, ið tú kanst taka við tær yvir í menningina av dekkum til persónbilar, sigur Jesper Sørensen.

Sum skraddaraseymað klæðir

-– Tá ið tú keypir eitt Bridgestone dekk, sum er ment serstakt og framleitt til eitt nú Mercedes, BMW, Audi ella onnur, svarar tað til at keypa skraddaraseymað klæði. Tað er marglæti, at dekkið er ment frá grundini og snikkað til, so tað passar ítøkiliga bilmerkinum fullkomuliga, heldur Jesper Sørensen..

Royn, stilla inn, snikka til, royn aftur og so alt umaftur

Tað verður stilla inn, gummibland verða roynd, samansetingin og byggingin verður gjørd og snikkað til, mynstrið verður snøggað til, so dekkið fær júst eginleikarnar, ið gera, at bilur og dekk hóska fullkomuliga saman. Síðsta stillingin verður gjørd á royndarbreytini. Ein royndarkoyrari koyrir við dekkinum, og tað verður varisliga stillað inn, so dekkið fær teir koyrieginleikarnar og vegfestið, sum júst hetta sniðið skal hava – heilt niður í síðstu promillu, ið tryggjar, at alt hóskar saman.

Skjótt, skjótari, skjótast og uppaftur skjótari!

Hvørjar royndir tekur verðins størsti dekkframleiðari frá rasarakoyring til menning av fyrsta floks dekkum til sportsbilar? Hevur dekkið veruliga so nógv at siga fyri, hvussu væl bilurin koyrir?

– Tað er ein orsøk til, at dekk verða rópt svarta gullið, sigur Jesper Sørensen. Fleiri halda, at tað eru dekkini, ið hava størsta týdningin fyri, um tú vinnur rasarakoyringina ella ikki. Tí hevur tað høga raðfesting at hava røttu dekkini, tá ið rasarakoyring umræður.

Nýggj tøkni og nýggir hættir verða fyrst royndir í rasarakoyring

Sort guld racer 1024x576

– Tá ið vit menna dekk til rasarakoyring, fara vit heilt út til ytstu mørk, tá ið talan er um tilfar og tøkni, og vit hugsavna okkum um ferð og bara um ferð, sigur Jesper Sørensen.

– Sjálvandi taka vit mong úrslit frá rasarakoyring yvir í menningina av vanligum dekkum, men til vanlig dekk kunnu vit ikki bara hava ferðina við. Tá er annað, sum er umráðandi: Stýri- og bremsievni, vegfesti í vátum føri, trygd, haldføri o.m.a. Eitt dekk til rasarakoyring heldur kanska 200 km, meðan eitt dekk til vanligar persónbilar skal kunna koyra fleiri túsund kilometrar, sigur Jesper Sørensen.